Kelda: danskenergi.dk
Lars Aagaard, stjóri í Dansk Energi fegnast. Hetta vísir, at grøna orkuskiftið er væl ávegis, sigur hann:
– Men tað merkir eisini, at vit hava latið upp eitt nýtt kapittul í orkuskiftinum og tað er minst líka týdningarmikið at hyggja eftir, hvussu vit best brúka grøna orkutilfeingið og at vit fáa eina bíliga og javna elframleiðslu. El skal nevniliga koma í staðin fyri bensin, olju og gass, sigur Lars Aagaard.
Sjálvt um vindmyllur veita ein vaksandi part av donsku elframleiðsluni, merkir tað ikki at talið á vindmyllum veksur. Tvørturímóti eru tað um 20% færri vindmyllur nú enn í 2001, tá talið á vindmyllum setti met.
Les alla greinina her