26. oktober 2020

Elbiladagur í Norðurlandahúsinum

Kom og royn nýggjastu elbilarnar á marknaðinum!

Kelda: Umhvørvisstovan

Í næstum fer marknaðurin fyri elbilar at taka dik á seg, og í Noregi er longu nærum fjórði hvør nýggi bilur ein elbilur. Hvussu er støðan í Føroyum í mun til í Noregi?
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, bjóðar vælkomin kl 14.00.
Vit hava bjóðað norska politikaranum og rithøvundanum, Mathias Fischer, at hugleiða um elbilar í Noregi.
Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV, fer at greiða frá um løðistøðir og prísásetingar. Gunnar Restorff og Marita Klein Joensen fara at fortelja um persónligar royndir við elbili í Føroyum.
At enda verður pallborðsfundur, har umboð frá bilasølum greiða frá um menning og avbjóðingar á elbilamarknaðinum. Høvi verður at seta spurningar.
Undir øllum tiltakinum hava føroyskar bilasølur básar og sølufólk í forhøllini og uttanfyri standa nýggjastu elbilarnir klárir til ein royndartúr.
Tiltakið er ókeypis, men vegna smittusporing er neyðugt við tilmelding á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo. Tilmeldingin letur upp mánadagin 26. oktober.
Tiltakið verður stroymt á www.nlh.fo