Kelda: ORKA/Umhvørvisstovan
Framleiðslan úr vindi setir eisini met og er heili 10% hægri enn í fjørð. Hetta kemst av góðum vindviðurskiftum men eisini av betri rakstri av vindmyllulundini og battarískipanini í Húsahaga.
Samstundis er eisini framleiðslan úr olju vaksin til 149 GWh ella 7,1% hægri enn somu tíð í fjørð.
Um vindmyllulund á 18 MW stóð í Hoyvíkshaga í 2018, hevði samlaða framleiðslan úr vindi verið umleið 50 GWh størri og framleiðslan úr olju tilsvarandi 50 GWh minni.
Tað hevði merkt at 65% av framleiðsluni kom frá varandi orku í mun til í dag 48% og at oljunýtslan hevði verið 21.000 tons heldur enn 31.000 tons ella 10.000 tons lægri enn í dag.