Í desember 2016 kom út norðurlendskt rit um, hvussu heilar bygdir kunnu skifta til upphiting við varandi orkukeldum. Tað er COWI, ið hevur gjørt ritið vegna Nordic Energy Research (NER).
Serligur dentur verður lagdur á orkustýring og –handfaring.
Í ritinum verður nýggj hitaskipan í Leirvík, har øll bygdin skiftir frá upphiting við olju til upphiting við hitapumpum, nágreiniliga lýst. Kanningarritið er á enskum.
Les tíðarritið her.