Veitingartrygdin er í vanda, og tí var neyðugt hjá Orkudeildini á Umhvørvisstovuni at geva SEV loyvi at byggja nýtt motororkuverk á Sundi.
Tveir av motorum eru so gamlir, at eykalutir ikki fáast longur, og teir kunnu ganga fyri, nær tað skal vera.
Tilgongdin til nýggja motororkuverkið hevur verið drúgv, og aðrir møguleikar eru nógv umrøddir, sigur Kári Mortensen, leiðari á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni.