11. september 2020

Fjarhitin fer um Havnina

Eitt sjónvarpsinnslag um fjarhitan, sum støðugt verður breiddur út um høvuðsstaðin, er lagt á heimasíðuna hjá Fjarhitafelagnum.

Kelda: fjarhiti.fo

Seinnu árini hevur Fjarhitafelagið víðkað fjarhitaleiðingina ígjøgnum høvuðsstaðin – m.a. í Gundadali og á Hálsi. Tórsvøllur og stóru bygningarnir í hesum umráðum eru so við og við komnir upp í fjarhitaskipanina, sum var løgd oman í Gundadal í februar 2018 og víðari oman eftir Hoydalsvegnum, har SMS, Tjaldurs Apotek og Finsen eru knýtt í fjarhitaleiðingina.

Aðrir bygningar í umráðnum, Gundadalur og á Hálsi, eru t.d. Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllin á Hálsi og Svimjihøllin.

Sí innslag á www.fjarhiti.fo