3. apríl 2020

Føroyska oljunýtslan vaks í 2019

Føroyar øktu um oljunýtsluna við 12.000 tonsum í fjør. Serliga er tað streymframleiðslan, sum er økt. Olja er framvegis nógv tann týdningarmesta orkukeldan. Tá flutningur, upphiting og streymnýtsla verða løgd saman, eru bert seks prosent av orkuni, vit nýta, grøn orka.

Útrokningar og myndagerð: Umhvørvisstovan

Heimsins orkunýtsla er seinastu árini vaksin við 1,5 prosenti um árið. Føroyska orkunýtslan er vaksin skjótari. Í fjør vaks hon við 2,3 %. Og tað er olja, sum er vaksandi orkukeldan. Vit nýttu 287.000 tons av olju í fjør til upphiting, til streymframleiðslu og til flutning, 12.000 tons meira enn árið fyri. Vøksturin er serliga farin til streymframleiðslu.

  • Framleiðslan úr vindi var í 2019 á sama stigi sum í 2015 og 2016, meðan framleiðslan í 2018 var serliga stór.
  • Sjálvt um framleiðslan úr vindi í 2019 eisini hevði verið 64 GWh sum í 2018, hevði grøni parturin verið um 45 %
  • Framleiðslan úr vatni var tann minsta seinastu fimm árini.
  • Vøksturin í nýtslu var heilar 33 GWh.

 

Skip og akfør nýta meir enn helvtina av orkuni

41 prosent av orkuni verða nýtt á sjónum, til fiskiskap og sjóvegis flutning. Á sjónum verður einans olja nýtt. Á landi er flutningsstøðan næstan hin sama. Enn eru bert 208 el-bilar, og teir muna lítið í roknistykkinum. Parturin, sum fer til flutning á landi, er umleið 12 prosent av samlaðu orkunýtsluni.

 

Hitapumpur hita ein tíggjundapart

Orka til upphiting kemur bæði frá olju, hitapumpum og fjarhita, men parturin frá olju er nógv størstur, heili 88 %.

Umleið níggju prosent av húsaupphitingini er við hitapumpum. Hesar nýta streym, men spara samstundis olju. Umleið 30 prosent av húsahitanum frá eini hitapumpu stava frá elorku og 70 prosent frá jørðini ella luftini, sum tær taka hita úr. Jú grønari elorkan er, jú nærri nærkast orkunýtslan til upphiting at verða 100% grøn. Hitapumpur brúktu í 2019 16 GWh av el-orku, tóku 35 GWh úr luft ella jørð, og lótu 51 GWh til upphiting.

Av tí at nýggi parturin av Sundsverkinum enn ikki er liðugur, er ongin fjarhiti latin av Sundi í 2019. Sostatt stavar fjarhitin frá brennistøðini á Hjalla, men eisini frá oljunýtslu.

 

Streymframleiðslan nýtir minst olju

Streymframleiðslan er grønasti parturin av orkukervinum. Okkurt árið hevur helvtin av framleiðsluni hjá SEV verið frá vindi og vatni,men hetta er sjálvandi tengt at veðrinum. Árið í fjør var ikki serliga gott, hvørki til framleiðslu úr vindi ella vatni, og tá nýtslan samstundis vaks nógv, var grøna framleiðslan einans 40 prosent av samlaðu streymframleiðsluni. Kemur ferð á planløgdu vindmylluútbyggingarnar, fer hetta talið at vaksa munandi.

Av samlaðu orkunýtsluni til skip, bilar, upphiting og streym, vóru í fjør 6 prosent grøn orka og 3 prosent komu frá brendum ruski. Oljunýtslan gav tískil 91 prosent av orkuni, vit nýttu í 2019.