7. juli 2017

Fraklendingar banna diesel- og bensinbilum

Í eini roynd at ganga á odda á grøna økinum, hevur franska stjórnin samtykt at frá 2040 skal tað ikki longur vera lov at selja diesel- og bensinbilar í Fraklandi. Tað upplýsir bretska blaðið the Telegraph í dag.

Kelda: in.fo

Blaðið skrivar, at tað er Nicolas Hulot, nýggi umhvørvisráðharrin í stjórnini hjá Emmanuel Macron, ið eigur uppskotið. 

Fyri at røkka málinum fer franska stjórnin at bjóða fíggjarligar fyrimunir til tey, ið ynskja sleppa sær av við dieselbilar, ið eru eldri enn 20 ár og bensinbilar, ið eru eldri enn 16 ár. 

Talan er um eina kollvelting fyri franska bilídnaðin. Telegraph vísir nevniliga á, at 95,2 prosent av teimum framleiddu bilunum í Fraklandi eru antin diesel – ella bensinbilar, meðan 1,2 prosent og 3,5 prosent eru ávikavist el- og hybrid-bilar. 

Umframt at banna allari sølu av bensin- og dieselbilum, so setir uppskotið eisini forboð móti øllum verkætlanum, ið nýta olju, gass ella kol.