6. oktober 2017

Fólk við hitapumpu og elbili fáa nú bíligan streym

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva SEV loyvi til at lækka prísin á streymi til at løða elbilar og til at halda hitapumpurnar gangandi. Eftir lógini, kann serligi prísurin til hesi endamálini verða í mesta lagi 50 oyru bíligari enn streymurin vanliga er og avslátturin kann verða givin alt samdøgurið ella ein part av samdøgurinum.

Kelda: in.fo

Sirið Stenberg sigur í uppskotinum, sum nú er sent avvarðandi pørtum við viðmerkingar, at hetta er eitt lið í arbeiðinum eggja føroyingum at leggja um til varandi orku.

Endamálið við lógarbroytingini er eitt av fleiri átøkum at stuðla undir umlegging av orkunýtslu til upphiting og ferðslu á landi frá olju til el.

Samgongan hevur sett sær fyri, at í 2025 skal minst helvtin av øllum sethúsum og bygningum verða hitað við grønari orku. Samstundis skulu allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku.

Í dag eru eini 18.000 oljufýr í Føroyum. Eini 1000 fáa fjarhita og eini 1.000 hús hava hitapumpu. 
Skal helvtin av sethúsum, og bygningum, vera farin frá oljuni í 2025, skulu sostatt eini 7.000 húsarhald hava lagt um til grønan hita tá.  

Frammanundan hevur Løgtingið samtykt at tað er mvg frítt at fáa sær hitapumpu, og at seta hana upp. Og ey, sum keypa sær elbil, fáa eisini mvg afturgoldið, tó í mesta lagi 70.000 krónur.