Kelda: us.fo
Her ber til at taka CO2-roknaran niður:
► 2022 (excel fíla) (beta-versión).
► 2021 (excel fíla) (beta-versión).
Gevið gætur, at talan er um fyrstu útgávur av CO2-roknaranum (sokallað beta-versiónir), sum verður royndarkoyrdur nú. Fyritøkur, sum rokna sítt CO2 útlát við beta-versiónini, mugu taka fyrivarni fyri møguligum komandi rættingum.
Ein nýggj excel fíla verður gjørd fyri hvørt ár. Orsøkin er, at útlátið (kg CO2/kWh) frá elframleiðslu og fjarhita er ymisk frá ári til árs. Fílan fyri 2023 verður tøk í januar/februar 2024.
Umhvørvisstovan eigur og dagførir CO2-roknaran meðan Burðardygt Vinnulív hevur fíggjað menningina av honum.
Allar útrokningar í CO2-roknaranum eru grundaðar á altjóða standardin ghgprotocol, sí www.ghgprotocol.org
CO2-roknarin er ókeypis og tøkur hjá øllum at brúka.
Um tú hevur viðmerkinar ella spurningar um CO2-roknaran, kanst tú senda ein teldupost til us@us.fo