31. mai 2021

Hotel Havgrím: 250 krónur um døgnið í streymi

Hotel Havgrím legði um til grøna orku, áðrenn hotellið lat upp. Jarðhiti og ventilatiónsanlegg, sum endurbrúka hitan í luftin,i tryggja, at hotellið brúkar einans 250 krónur í streymi um døgnið, tá fult trýst er á.

Greinarøð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Drotningahjúnini bjóða tær vælkomnum, tá tú trínur inn í móttøkuna á Havgrím Seaside Hotel 1948. Margretha og Heindrikur prinsur eru bara ein partur av søguligu sporunum frá teimum skiftandi íbúgvunum í gomlu Kommandørhúsunum úti við Strond í Havn.

Donsku kommandørarnir hanga í trappuni saman við tinganestum frá fremmandum vitjandi ígjøgnum nógvu árini. Men søgan um Hotel Havgrím byrjar við Havgrími Johannesen, og júst serliga byggisniðið og serligu loysnirnar í húsunum vildu eigararnir av Hotel Havgrím varðveita.

 

 

Chris Ørvarodd, sum er ein av fýra eigarum, hevur verið við í allar tilgongdini at broyta Kommandørhúsini til Hotel Havgrím. Loysnirnar hava verið kreativar, tí tað hevði týdning at húsini varðveittu uppruna sniðið og vøkru detaljurnar.

Gomlu jarnradiatorarnir, har av summir eru bygdir serliga til tey einstøku rúmini, brúka tey framvegis. Og teir rigga sera væl, greiður Chris Ørvarodd frá. Men hóast nýggju eigararnir óttaðust, at húsið fór at brúka nógva orku, so bendu oljurokningarnar á, at tað fór ikki at verða neyðugt at heilbjálva húsini. Tí oljurokningarnar vóru ikki so stórar, sum tey høvdu óttast.

Húsini eru bygd á ein serligan hátt við dupultum betongveggum, har eitt holrúm er í miðjuni, sum virkar sum bjálving. Omaná tað, so var eitt 30 mm tjúkt lag av korki lagt á veggirnar, sum eisini bjálvaði, sigur Chris Ørvarodd.

So tey avgjørdu at skifta takið, bjálva uppeftir, skifta øll vindeyguni og síðani grava út í kjallaranum og bjálva niður eftir. Annars stendur húsið, sum tað stóð. Gomlu Kommandørhúsini frá 1948 gjørdust fyrsta hotellið í Føroyum, sum bara brúkar varandi orku.

 

Jarðhiti og ventilatiónsskipan

Hotel Havgrím hevur tvey jarðhitahol á umleið 180 metrar hvørt. Síðani hava tey eisini fingið sær tvær ventilatiónsskipanir, sum endurnýta upp til 96% av hitanum í luftini. Afturat Danfoss/Thermia hitapumpuni hevur hotellið eisini ein buffaratanga og ein eyka heittvatnstanga, soleiðis at tað altíð er nokk av heitum brúksvatni til gestirnar.

Hotel Havgrím lat dyrnar upp í 2018 og í 2019 var fyrsta sesongin, har hotellið var fult og varð trýstroynt av álvara. Chris Ørvarodd greiður frá, at hann hevði eitt sindur ilt við at trúgva uppá góðu tølini, hann sá inni á yvirlitinum hjá SEV yvir orkunýtsluna.

  • Vit eru sera væl nøgd. Eg hugsaði í øllum førum við mær sjálvum, at tað kundi ikki vera rætt at forbrúkið var so lágt til eitt heilt hotell.

Miðaltalið fyri 2019 vísti, at Hotel Havgrím brúkti umleið 138 kWt um døgnið, sum svarar til gott 250 krónur um døgnið. Tá er øll elnýtslan á hotellinum tald við. Havandi í huga, at fólk vóru í øllum 14 kømrunum at kalla alla tíðina, so er tað ein sera góður prísur, heldur Chris Ørvarodd.

  • Tá man hugsar um at hetta er eitt hotel og at tað er bygt í 1948, so er tað altso ikki so galið, leggur hann afturat.

Leggjast kann afturat, at Hotel Havgrím hevur enn ikki fingið sær ein grønan málara, sum letur hotellinum bíligari streym. So Hotel Havgrím rindar 1,87 krónur fyri kWt.

Tey kannaðu væl marknaðin, tá tey skuldu velja hitaskipan til Hotel Havgrím. Flestu veitararnir komu á vitjan og tey ivaðust ikki í at taka av loysnini hjá Krosstein, greiður Chris Ørvarodd frá.

 

 

  • Teir vóru áhugaðir og vildu gjarna finna fram til júst ta røttu loysnina fyri okkum. Omaná tað heila so er arbeiðið hjá teimum eisini sera snøgt.

 

Thermia hitapumpurnar hóska væl til eitt hotell

Tekniski leiðarin hjá Krosstein, Høgni Nielsen, greiður frá, at tá fyrispurningurin kom um eina jarðhitaskipan til Hotel Havgrím, so vóru tey ivaleys um, at Thermia hitapumpurnar hóskaðu sera væl til uppgávuna.

- Vit ivaðust ikki eina løtu í, at loysnin var ein jarðhitaskipan við innbygdum HGW eginleika. HGW stendur fyri Hot Gas Water og loysnin ger, at man hevur munandi meira heitt brúksvatn enn flestu aðrar hitapumpur á marknaðinum, sigur Høgni Nielsen.

Umframt Thermia hitapumpuna við HGW, so valdi Hotel Havgrím eisini at seta ein eyka heittvatnstanga upp.

- Og úrslitið er eisini, at tey hava altíð ríkiligt av brúksvatni. Sjálvt tá hotellið er fullsett, sigur Høgni Nielsen.

Ein fortreyt fyri eitt hotell er sjálvandi, at hitaskipanin koyrir uttan trupulleikar. Og í aðru atløgu, at tað er lætt at fylgja við og stýra hitaskipanini. Høgni Nielsen vísur á, at allar Thermia jarðhitapumpur hava innbygdan online eginleika.

- Umframt, at brúkarin kann stýra og síggja allar temperaturir á fartelefonini ella telduni, so kann hitapumpan eisini siga frá umvegis teldupost, um ein trupulleiki stingur seg upp, sigur Høgni Nielsen.

Tað er ein tryggleiki, sum ger at Hotel Havgrím fær loyst ein møguligan trupulleika, áðrenn húsið og brúksvatnið kølna.