15. mars 2022

Jarðhitaskipanir í Føroyum

Fyrstu jarðhitaskipaninar í Føroyum komu sum úrslit av royndarverkætlan á Jarðfeingi í 2008.

Kelda: us.fo

Tveir stórir bygningar, annar við seks jarðhitaholum, hin við trimum holum og trý sethús við hvør sínum jarðhitaholi fingu jarðhitaskipanir á heysti 2008. Hesar jarðhitaskipanirnar hava sostatt nú verið virknar í næstan fjúrtan ár.

Í 2012 komu lóg og kunngerð um elriknar hitapumpuskipanir. Her verður nágreinað, hvussu farast skal fram, tá jarðhitaskipanir skulu setast upp og haldast við líka. Millum annað krevst góðkenning fyri at kunna bora jarðhitahol og fyri at kunna seta jarðhitaskipanir upp. Eitt yvirlit yvir góðkendar brunnborarar og hita­pumpu­installatørar sæst á us.fo. Kommunurnar geva loyvi til jarðhitaskipanir eftir viðmæli frá Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan hevur skyldu at skráseta øll borihol til jarðhita í skipan, sum er alment atkomulig. Sí kortal.fo og vel Grøn orka, Jarðhitaboringar. Tá kemur henda myndin fram, sum vísir hvar í Føroyum jarðhitahol eru.

Mynd 1. Jarðhitahol í Føroyum - Kelda: Umhvørvisstovan

 

Higartil eru íalt 859 jarðhitaskipanir settar upp í Føroyum.

Mynd 2 vísir, tal av umsóknum um árið síðani 2012.

Mynd 2 - Kelda: Umhvørvisstovan

 

Fyrstu árini kostaði tað umleið 150.000 kr. at fáa sær jarðhita í eini vanlig sethús. Í dag er íløgan vaksin til í miðal 185.000 kr. Hendan upphæddin er so stór, at hon í sjálvum sær er ein forðing hjá nógvum at velja jarðhita, bæði í nýggjum húsum og at skifta oljufýr út við jarðhitaskipan.

Í 2017 var MVG-lógin broytt, so at hús og bygningar, ið velja hitapumpuskipanir, eftir umsókn kunnu fáa mvg afturgoldið og í 2019 var elveitingarlógin broytt, so at hús og bygningar við hitapumpum kunnu keypa el til serliga lágan prís.

Hesi bæði átøkini hava gjørt, sum eisini sæst á mynd 2, at nógv fleiri nú velja at fáa sær jarðhita.

Eitt annað, sum hevur stóra ávirkan, er oljuprísurin. Hann hevur hesi árini sveiggjað úr 5 kr/litur upp í 9 kr/litur.

Mynd 3 vísir, hvussu stór rakstrarsparingin er í einum miðal sethúsum, sum hava jarðhita, í mun til um tey hava oljufýr.

Mynd 3 - Kelda: Umhvørvisstovan

 

Til dømis vísir myndin, at um oljuprísurin er 7 kr/litur, er rakstrarsparingin umleið 10.000 krónur um árið.

 

Jarðhiti og grøna orkuskiftið

Tær nógvu jarðhitaskipaninar minka munandi um oljunýtsluna til upphiting í Føroyum. Oljunýtslan er í løtuni umleið 3000 tons minni um árið. Afturfyri brúka tær umleið 9 GWh av el um árið, sum við tí lutfalli, sum júst nú er millum elframleiðslu úr olju og úr varandi orkukeldum førir til eina meirnýtslu av tungolju á umleið 600 tons um árið. Tær tríggjar vindmyllulundirnar, sum verða settar upp í ár og næsta ár hava við sær at meirnýtslan av tungolju fer at minka nógv.

Hvørt húsarhald við jarðhitaskipan lækkar sostatt innflutningin av olju við við 2-3 tonsum um árið.

 

Eitt jarðhitahol til tvey hús

Fyri at jarðhitahol skulu rigga eftir ætlan er neyðugt, at frástøðan millum grannahol ongantíð er minni enn 20 metrar. Hetta kann vera ein avmarking, til dømis í gomlum býarpørtum har matriklarnir ofta eru smáir og húsini standa tætt saman.

Tað kann sleppast undan hesi avmarking um tvey ella fleiri hús gera eitt felags borihol. Nýggj boriútgerð kann bora heilt niður á 400 metrar, og tí er hesin møguleikin nú vorðin væl størri.

Dømir um, nær tað kann vera ein fyrimunur at vera felags um borihol eru:

  • Í gomlum býarpørtum eru matriklarnir ofta smáir og húsini standa tøtt og hava ofta ikki stóra orkunýtslu.
  • Í heilt nýggjum húsum er orkunýtslan ofta so lítil, at tað kann vera ein upplagdur møguleiki, at tvey hús verða felags um eitt borihol.
  • Í raðhúsum er tað ofta einasti møguleiki, um tvær ella fleiri íbúðir ganga saman um eitt ella fleiri borihol.

Sum tað sæst á mynd 4 niðanfyri, eru tað nógv dømir um bygningar, sum hava meiri enn eit borihol.

Mynd 4 - Kelda: Umhvørvisstovan

 

Eitt dømi um hetta eru bygningarnir hjá Bústøðum Oman Mattalág í Havn. Talan er um seks bygningar í tveimum hæddum við íalt 38 leiguíbúðum. Bygningarnir verða hitaðir við eini felags jarðhitaskipan við 12 boriholum á 200 metrar.

Ein líknandi skipan við felags oljufýri hevði brúkt umleið 20.000 litrar av olju hvørt ár. Orsøkin til sera lágu orkunýtsluna er, at íbúðirnar eru samanbygdar, væl bjálvaðar og annars bygdar eftir krøvunum í landsbyggireglugerðini.

Leiguíbúðir Oman Mattalág í Havn - Kelda: Bústaðir

 

Oman Mattalág í Havn á kortal.fo - Kelda: Umhvørvisstovan

 

Meir fæst at vita um orkuskipanir við hitapumpum á Orkuskiftið og á orka.fo.