20. august 2018

Kunningartiltak um el-bilar

Áhugabólkurin "El-Bilar í Føroyum" og ORKA á Umhvørvisdeildini skipa fyri kunningarfundi um el-bilar. Tiltakið er ætlað øllum, ið hava áhuga í el-bilum.

Kunningartiltakið verður á Umhvørvisstovuni við Traðagøtu 38 á Argjum, týsdagin 28. August kl. 16:00-18:00.

Umframt at SEV og ORKA á Umhvørvisstovuni hava framløgur um løðing og el-bilar, fer eisini at verða høvi at royna ymiskar bilar.

Umboð frá bilasølum taka lut og greiða nærri frá og svara spurningum.