Kelda: portal.fo Mynd: Íslendski rithøvundurin og umhvørvisstríðsmaðurin Andri Snær Magnason verður við á ráðstevnuni
Felags norðurlendski fundurin verður hildin á hvørjum ári, og endamálið er at fremja norðurlendska samstarvið á umhvørvisøkinum. Á fundinum luttaka umboð fyri Naturvernforbundet í Noregi, Danmarks Naturfredningsforening, Naturskyddsföreningen í Svøríki, Landvernd í Íslandi, Suomen Luonnonsuojeluliitto í Finnlandi og Ålands Natur & Miljö.
Á fundinum í ár fara umhvørvisfelagsskapirnir at gera eitt felags tilmæli til Norðurlendska Ráðharraráðið, sum í løtuni arbeiðir við at gera eina felags norðurlendska tilgongd á umhvørvisøkinum.
Sum partur av skránni fyri fundin fara umhvørvisfelagsskapirnir útferð inn á Sund, har staðkøn fólk fara at greiða frá um Sund, har SEV í løtuni bygggir út, og har hørð mótstøða hevur verið í sambandi við, at fjøran í Kaldbaksfirði skuldi leggjast undir grót og brúkast til útbygging av vinnuøki.
Í sambandi við umhvørvisfundin skipar FNU eisini fyri almennum tiltaki í Perluni tann 31. august, sum skal varpa ljós á og stimbra kjak um orkupolitikk og nátturuvernd. Í Føroyum eru vit í løtuni í gongd við stórar orkuútbyggingar, sum fara at hava stóra ávirkan á náttúruna og umhvørvið.
Samstundis er arbeiðið farið í gongd at smíða nýggja náttúruverndarlóg. Tí er tað umráðandi at seta spurningin, hvussu vit best sameina grønan orkupolitikk og náttúruvernd.
FNU hevur bjóðað Andra Snær Magnasyni – altjóða viðurkendur rithøvundur, umhvørvisaktivistur og forsetisvalevni í Íslandi í 2016 - at byrja tiltakið við einum fyrilestri, ið hann kallar "Um tíð og jøklar".
Andri Snær Magnason hevur seinastu árini miðvíst funnist at verandi tránýtslu av íslendsku náttúruni. Í fyrilestrinum ferðast Andri gjøgnum vísindi, yrking, mytologi, politikk og persónligar eygleiðingar og vísir á, hvussu støðan í Íslandi kann nýtast til at skilja heimsumfatandi umhvørvisligar trupulleikar.
Eftir framløguna verður pallborðskjak um, hvussu vit best sameina grønan orkupolitikk og náttúruvernd. Luttakarar við pallborðið verða: Elsa Berg, Ringrás, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, Janus L. Hansen, Náttúrugripasavnið, Theresa Jákupsdóttir, FNU, Andri Snær Magnason, rithøvundur Kári Mortensen, deildin Orka hjá Umhvørvisstovuni og Bjørt Samuelsen, løgtingslimur
Tiltakið “Orka og Náttúra” verður í Perluni hósdagin tann 31. august og byrjar kl. 17:00