8. mars 2018

Nú kom lógaruppskotið um prísdifferentiering

Lógaruppskotið um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) lagt fyri løgtingið í gjár. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður millum annað sagt: “Sum liður í arbeiðinum at røkka politiska málinum at flyta orkunýtsluna á landi til varandi orkukeldur, verður við hesi lógarbroyting útvegað landsstýrismanninum heimild at góðkenna serligar elprísir fyri elnýtslu til hitapumpur og til elbilar."

Víðari verður sagt í viðmerkingunum til lógaruppskotið: "Endamálið við lógarbroytingini er eitt av fleiri átøkum at skunda undir umlegging av upphiting og ferðslu á landi frá olju til el. Hetta hevur bæði innlendis og útlendis týdning. Innlendis hevur tað týdning fyri orkuveitingina, at vit í størri mun sjálvi hava ræði á henni, umframt fíggjarliga týdningin og ikki minst at avmarka dálkandi útlátið frá orkunýtsluni. Eisini í mun til altjóða avtalur, sum París sáttmálan og Heimsmálini hjá ST hevur hetta týdning fyri at minka dálking frá orkunýtslu.”

Lógaruppskotið og hoyringsskriv kunnu lesast her

Í komandi viku verður uppskot frá Miðflokkinum um mvg frítøku í sambandi við hybridbilar lagt fram.

Uppskotið hjá Miðflokkinum kann lesast her