31. august 2021

Orku- og umhvørvisstevnan verður 22. og 23. oktober 2021 í Høllini á Hálsi

Endamálið við Orku- og umhvørvisstevnuni er at føroyskar fyritøkur og stovnar vísa fram hvat tey hava at bjóða innan burðardygga nýtslu til vinnuna, til húsarhaldini og til einstaklingar.

Kelda: orkustevnan.fo

Fleiri almennir fyrilestrar verða eisini um orku- og umhvørvismál har serfrøðingar á økinum viðgera viðkomandi evnið.

Orku- og umhvørvisstevnan er størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum og gleða vit okkum tí sera nógv til at lata hurðarnar upp og bjóða vælkomin.

Ókeypis atgongd er fyri almenninginum!