23. november 2017

Orkukvøld í Sørvági

Sørvágs kommuna bjóðar til orkukvøld í Marghøllini í Sørvágs skúla hósdagin 30. novembur 2017 kl. 19:00. Øll eru vælkomin! Orkukvøldið bjóðar fyrilestrahaldarar við serkunnleika innan orkunýtslu í sethúsum v.m.

Mynd: jn.fo

Flísan fer at greiða frá mannagondini, tá ið bygt verður við flamingoklossum, og hvussu lætt tað kann vera at fáa orkurokningina væl undir tað, ið vit eru von við.

Umhvørvisstovan fer at upplýsa um sandhitan í Sørvági. Eisini verður greitt frá kostnaðinum av teimum ymisku upphitingarmøguleikunum.

Hitamyndir fara at vísa myndir, ið greiða frá feilum í nýggjum og eldri húsum. Somuleiðis verður greitt frá, hvat “blowerdoor” er.

Demich greiðir frá fyrimununum at nýta jørðhita/vatn hitapumpu. Hiti greiðir frá fyrimununum at nýta luft/vatn hitapumpu.

Serkunnleiki innan orkuøkið verður í Marghøllini 30-11-2017 Kom og fá svar upp á allar møguligar og ómøguligar spurningar.

Vit bjóða kaffi og køkur. Fyrilestrahaldarar:

Flísan: Jónsvein Mortensen

Umhvørvisstovan: Kári Mortensen

Hitamyndir: Baldvin Harðarson

Demich: Atli D Nattestad

Hiti: Áki Mortensen