2. oktober 2019

P/F Magn og LÍV-samtakið samstarva um vindmyllulund í Flatnahaganum

P/F Magn vann útboðið um at byggja og reka vindmyllulund í Flatnahaganum. Nú hava Magn og LÍV samtakið gjørt avtalu um, at LÍV og Magn stovna vindmyllufelag, sum skal byggja og reka vindmyllulundina. LÍV samtakið eigur 60% av partapeninginum, meðan Magn eigur 40%.

Kelda: magn.fo

Í dag gjørdist greitt, at tilboðið hjá Magn, vegna eitt partafelag undir stovnan, vann kappingina um at byggja og reka vindmyllulund í Flatnahaganum. Í hesum sambandi hava Magn og LÍV samtakið gjørt avtalu um, at LÍV skal eiga 60% av partapeninginum í nýggja vindmyllufelagnum, meðan Magn skal eiga 40%. 

Hendrik Egholm, forstjóri á P/F Magn

“Vit eru fegin um, at vit vunnu vindmylluútboðið í Flatnahaganum, og samstundis fegnast vit um samstarvið við LÍV. Magn vil fegið taka ein aktivan leiklut í grøna orkuskiftinum í Føroyum. Skal grøna orkuskiftið veruliga ígongd, er tó avgerandi, at einkarrætturin hjá SEV at selja streym til vinnulívið og vanliga føroyingin, verður avtikin. Kapping um kundan hevði viðført betri prísir og innovatión, eins og vit hava sæð á telemarknaðinum. So hevði verulig gongd komið á Visión 2030. Luturin hjá Magn skal so ikki liggja eftir, men tað krevur, at vit sleppa at selja okkara egna el, saman við nýskapandi, grønum orkuloysnum, til vinnuna og vanliga føroyingin.

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV samtakinum

“Á LÍV fegnast vit um at kunna verða partur av grønu umstillingini í Føroyum og samstundis geva kundunum eitt nøktandi avkast. Til gagns fyri umhvørvið, føroyska samfelagið og viðskiftafólkini hjá LÍV. Henda íløgan er partur av samlaðu íløguætlan samtaksins, har vit m.a. ynskja at seta heimsmálini hjá ST á dagsskránna. Vit fegnast um samstarvið við Magn, sum tryggjar okkum eina góða føroyska verkætlan, við øllum teimum førleikum, sum ein slík verkætlan krevur”.