Kelda: sev.fo
Loyvi til fíggingina er givið fyrr, men orsakað av, at tað hevur drigið út at fáa loyvi frá orkumyndugleikunum hevur verið neyðugt at dagføra m.a. tíðarætlan og kostnaðarmeting, so samsvar er við hækkaða kostnaðarstøðið.
“Mýruverkið II er alneyðug fyritreyt fyri framtíðar vindorkuútbyggingum í meginøkinum og tað hevur skund at fáa øll neyðug loyvi avgreidd”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. “Uttan Mýruverkið II verður trupult at fáa vindorkuna til høldar og tað kann ikki ganga nóg skjótt at fáa sett skjøtil á byggingina”.
Endamálið við verkætlanini Mýruverkið II er at fáa sum mest nyttu burturúr avlopsorku frá vindmyllulundunum, sum verða settar upp komandi árini, at veita støðufesti til elkervið, nú motorarnir fara at koyra minni og minni og óstøðuga vindorkuframleiðslan økist, umframt at gagnnýta verandi vatngoymslur, sum SEV eigur og nýtir frammanundan.
Ramma fyri bygnaðin á elorkuøkinum
Eykaaðalfundurin samtykti somuleiðis eitt sokallað semjuskjal, sum serlig samráðingarnevnd umboðandi eigararnar hjá SEV, legði fyri eykaaðalfundin.
Samráðingarnevndin varð skipað á eykaaðalfundinum hjá SEV 26. november 2021 við tí endamáli at samráðast við landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um bygnaðin á elorkuøkinum. Nevndina manna formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum og nevndarformaðurin í SEV.
Úrslitið av samráðingum við landsstýrismannin varð í dag lagt fyri eykaaðalfundin at taka støðu til, og eykaaðalfundurin samtykti at taka undir við semjuskjalinum.
Í semjuni verður m.a. lagt upp til, at SEV varðveitir kervisábyrgd, sum umfatar elnetið, skipanarberandi tænastur og systemábyrgd, t.e. umframt sjálvt elnetið, diesel- og vatnorkuverkini og ábyrgdina av, at skipanin altíð er í javnvág.
Sjálvstøðugu dótturfeløgini hjá SEV, ávikavist Vindfelagið Húsahagi og Vindfelagið í Neshaga, sum eiga og reka vindmyllulundirnar í Húsahaga, Neshaga og Porkerishaga skulu skipast við sjálvstøðugari nevnd og leiðslu, uttan persónssamanfall við SEV.
Ein bólkur skal setast at kanna, hvussu ein marknaður kann skipast í søluliðinum við tí endamáli at skapa dynamisk tilboð til brúkaran, t.d. til upphiting av húsum, løðing av bilum, elektrifisering av ídnaði, framleiðslu av grønum brennievni og øðrum brúki av vitbornari eltøkni, sum eggjar brúkaranum at leggja um til varandi orkukeldur.
“Vit hava samtykt eina yvirskipaða semju á eykaaðalfundinum í dag”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, “nú er bert eftir at partarnir fara undir eina skipaða og skilagóða tilgongd at fáa framt tær broytingar og tillagingar, sum skulu gerast, í verki.”