Kelda: sev.fo
SEV legði lægstu tilboðini á borðið, tá Orka á Umhvørvisstovuni á miðdegi í dag læt upp tilboðini um at byggja vindmyllulundir á Eiði og í miðstaðarøkinum.
SEV hevði trý tilboð í miðstaðarøkinum, har SEV í fyrstu atløgu bjóðaði 20,3 oyru fyri kWt fyri eina vindmyllulund í Hoyvíkshaganum. Prísurin hjá Vindrøkt, sum hevur avtalu við festaran um hetta økið við Gellingarklett, var 28,4 oyru fyri kWt.
SEV valdi eisini at lata tvey onnur boð inn fyri miðstaðarøkið. Talan er um fýra vindmyllur í Flatnahaga og tvær vindmyllur á øðrum øki í Hoyvíkshaganum, har prísurin var 21,3 oyru fyri kWt. Hitt alternativa boðið hjá SEV fevndi um fýra vindmyllur í Flatnahaga saman við tveimum vindmyllum á Eiði fyri 23,3 oyru fyri kWt.
Magn læt harumframt inn fýra tilboð upp á vindorku í miðstaðarøkinum, sum lógu ímillum lægsta boðið frá SEV og boðið frá Vindrøkt, sum hevði hægsta boðið.
Á Eiði bjóðaði SEV 23,9 oyru fyri kWt, og hitt boðið á Eiði kom frá Magn, sum bjóðaði 26,2 oyru fyri kWt.
Orka á Umhvørvisstovuni fer nú at viðgera tilboðini m.a. bæði í mun til prís og formlig krøv. Virkandi stjórin á Umhvørvisstovuni metir, at viðgerðin fer at taka umleið ein mánað.