5. februar 2021

Sølan av hitapumpum stendur fullkomiliga still

Í løtuni verður at kalla eingin hitapumpa seld, sigur Kjartan á Dul, sølustjóri hjá Mariu Poulsen. Fólk bíða eftir at Løgtingið skal longja mvg-frítøkuna av hitapumpum.

Onnur greinin í einari røð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Frítøkan av mvg fyri hitapumpur hevur sera stóran týdning fyri søluna av hitapumpum. Tað sæst øgiliga væl, nú Løgtingið enn ikki hevur longt mvg-frítøkuna av hitapumpum.

- Vit hava fleiri kundar, sum eru klárir at taka av, men tey bíða eftir Løgtinginum, sigur Kjartan á Dul.

Hóast tað allatíðina hevur verið eitt greitt politiskt signal um, at mvg-frítøkan av hitapumpum fór at verða longd, so tykist tað sum at fólk tora ikki at taka politisku signalini fyri meira enn júst tað.

Kjartan á Dul vísir á, at tað hevur verið eitt sindur av orðaskifti um mvg-frítøkuna, tá lógaruppskotið varð broytt til eisini at fevna um plug-in hybrid bilar. Hóast plug-in hybrid bilar einki hava við hitapumpur at gera, so eru bilarnir partur av sama lógaruppskoti.

- Vit merktu tað ikki á søluni fyrstu ferð, at miðlarnir umrøddu málið og seinkingina av mvg-frítøkuni, men aðru ferð tað varð umrøtt í miðlunum, tá merktu vit tað alt fyri eitt. Sølan steðgaði upp, sigur Kjartan á Dul.

Mvg-frítøkan stóran týdning

Sølustjórin á Mariu Poulsen vísir á, at frítøkan av mvg hevur stóran týdning, tá tað snýr seg um at gera eina íløgu í eina grøna hitaskipan. Hann vísir á, at talan er um eina relativt stóra íløgu og at lági oljuprísurin hevur minkað um sparingina við grønu hitaskipanunum.

- Eg vóni bara, at Løgtingið skjótt fær avgreitt málið, tí tað hevur týdning at halda Orkuskiftið í gongd, sigur Kjartan á Dul.

Kjartan á Dul vísir á, at fyri sera nógvar av kundunum hjá honum, so er høvuðsorsøkin til at tey vilja fáa sær eina grøna hitaskipan, er júst at sleppa av við oljuna.

- Men tað merkir ikki, at mvg frítøkan ongan týdning hevur fyri tey, sigur Kjartan á Dul.