Kelda. Umhvørvisstovan
Hvat er jarðhiti?
Jarðhitin, vit nýta til upphiting, er í veruleikanum sólarhiti. Tá sólin skínur, hitar hon lendið langt niður. Hitin har niðri er rættiliga javnur alt árið. Á 200 metra dýpi er hitin eini 12 hitastig. Fyri at fáa fatur á hitanum verður eitt djúpt hol (200-300 m) borað. Ein lokað slanga við vætu, sum stendur í sambandi við hitapumpuna, verður løgd niður í holið. Vætan verður hitað av jørðini og sirkulerað uppaftur og inn í hitapumpuna. Hitapumputøknin nýtir hita úr vætuni og streym (frá SEV) at hita vatnið, sum skal sendast gjøgnum hitaskipanina inni.
1 Hugsa um fígging
Kostnaðurin fyri eina jarðhitaskipan til eini miðalstór hús liggur um 120.000-140.000 kr. pluss meirvirðisgjald. Minst til, at mvg’ið fært tú aftur. Roknistykkið fyri nýtslu sveiggjar sjálvandi við prísunum á olju og streymi, men við oljuprísinum higartil í 2020 vil ein tummilfingraregla vera, at gjaldið fyri streym hvønn mánaða er umleið 50-60 prosent av tí, ein rindar fyri somu upphiting við olju. Ein serligur avsláttur upp á streym til hitapumpur fæst frá SEV. Meir um tað seinni. At fíggja íløguna til hitapumpuna kanst tú til dømis hækka húsalánið, ella fáa eitt serstakt orkulán frá peningastovnunum, sum í løtuni liggur millum 2,25 og 2,50 % í rentu.
2 Finn veitarar
Undir hesi grein finnur tú eitt yvirlit yvir góðkendar veitarar av orkuskipanum. Spyr nakrar veitarar um teirra tilboð, bið teir koma og hyggja at húsunum og umstøðunum og meta um kostnað. Vit hava sett brunnborifeløgini á eisini – veitarin hevur kanska eitt felag, hann samstarvar við, men tú kanst sjálvandi velja.
3 Vel veitara og hitapumpu
Tryggja tær, at veitarin, tú velur, er góðkendur hitapumpuinnleggjari, og at hitapumpan, tú keypir, er góðkend. Spyr veitaran, og ivast tú, so spyr á Umhvørvisstovuni. Hetta hevur týdning, tá tú skalt hava meirvirðisgjald afturrindað og fyri at fáa serliga streymprísin frá SEV. Út frá orkutørvinum í húsinum – stødd á húsum og bjálvingarstigi - roknar innleggjarin, hvussu djúpt boriholið skal vera og stødd á hitapumpu. Tað ber til at fáa sær jarðhita bæði til hús við gólvhita og til hús við radiatorum.
4 Bið um loyvi at bora
Tá ið tú hevur valt tær ein veitara, skalt tú senda umsókn um loyvi at bora fyri jarðhita til kommununa. Tú finnur umsóknarskjalið á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her.
Innleggjarin og brunnborin skulu báðir fylla hvør sín part av umsóknarblaðnum út. So er klárt at lata kommununi umsóknina.
5 Bora og set til
Tá ið tú hevur fingið loyvið frá kommununi, kann brunnborin bora fyri jarðhita, og hitapumpu innleggjarin seta hitapumpuna upp og binda hana í elskipanina. Tað tekur 1-2 arbeiðsdagar at bora eitt jarðhitahol og 2-4 dagar at seta hitapumpuskipanina til.
6 Fá mvg’ið aftur
Tá ið arbeiðið er gjørt og rokningarnar eru goldnar, ber til at fáa mvg’ið endurgoldið. Minst til, at tað er bert fyri hitapumpuna og tað, ið er beinleiðis neyðugt fyri at hon kann taka orku úr jørðini, ein fær mvg aftur. Tað ber ikki til at taka aðrar umleggingar, so sum nýggja el-talvu ella stoypiarbeiði við.
Oyðublaðið til hetta finnur tú her, hjá taks.fo.
Útfyll skjalið. Legg avrit av rokningum og kvittanir fyri goldnar útreiðslur við umsóknini.
Send alt til, nei, ikki TAKS, men til Umhvørvisstovuna, us@us.fo. Tá ið umsókn og skjøl eru eftirkannað, sendur Umhvørvisstovan tey til TAKS til endaliga avgreiðslu og tú fært mvg’ið útgoldið haðani. Freistin er 31. mars 2021.
7 Fá bíligari streym til hitapumpuna
SEV hevur gjørt tað møguligt at fáa bíligari streym til hitapumpuna. Treytin er tó, at hon er góðkend. Bið elinnleggjaran, sum bindur hitaskipanina í elmálaran, fáa eina váttan frá Umhvørvisstovuni, at hitapumpan er góðkend. Fyri at tað skal bera til hjá SEV at avrokna elnýtsluna til hitapumpuna, er neyðugt við einum serstøkum elmálara (minst til – tú fært ikki mvg aftur fyri hendan). Prísurin fyri streym til hitapumpur er 1 króna og 45 oyru fyri kilowatt-tíman. Vanligur prísur er 1 króna og 95 oyru fyri hvønn kWt. Prísirnir eru við mvg.
Góðkendir innleggjarar til hitapumpuskipanir:
KMS-Køling Viðargøta 19 160 Argir Telefon 210100
KBI Klingrugarður 2 FO-700 Klaksvík Telefon 610200
Sp/f C.Christiansen Niels Finsens gøta 43 FO-100 Tórshavn Telefon 212204
Sp/f VVS Import Neslíð 2 FO-350 Vestmanna Telefon 560096
HGV Sp/f Gerðisvegur 1 FO-620 Runavík Telefon 470400
FROST P/F Landavegur 32 Postrúm 3244 FO-100 Tórshavn Telefon 211124, fartelefon 217220
HITI Sp/f Einargøta 4 FO-188 Hoyvík Telefon 891717
RenoVent Sp/f Bryggjan 1 FO-420 Hósvík Telefon: 661100
|
P/F DEMICH Stiðjagøta 2 Postboks 378 FO-110 Tórshavn Telefon: 350300
P/F Maria Poulsen Smyrilsvegur 8 FO-100 Tórshavn Telefon: 312000
P/F Svend Krosstein Falkavegur 6 Postboks 3229 FO-110 Tórshavn Telefon: 344600
P/F Zacharias Leitisstein Mylnuvegur 1 620 Runavík Telefon 448233 leitisstein@leitisstein.fo
GÓÐKEND BRUNNBORIFELØG:
Sp/f Bora Fossávegur 9 FO-730 Norðdepil Telefon 227626 ms@bora.fo
P/F Jarðhiti Stiðjagøta 2 Postboks 378 FO-110 Tórshavn Telefon 278200
Sp/f Brunnboring Ennigøta 3 Rituvíksháls Telefon: 208200 brunnboring@brunnboring.fo
P/F Zacharias Leitisstein Mylnuvegur 1 620 Runavík Telefon 448233 leitisstein@leitisstein.fo
Umsóknarblað at senda kommununi, loyvi at bora fyri jarðhita: http://www.us.fo/Default.aspx?ID=14190
Umsóknarblað at søkja um at fáa mvg afturgoldið frá Taks (M40): https://www.taks.fo/fo/borgari/oydublod/#3737
|