3. juni 2020

Soleiðis fært tú tær jarðhita

Hevur tú fingið hug at leggja um til jarðhita? So veitst tú helst, at eitt hol má borast, og at okkurt er við MVG-afturbering – meðan restin er kanska eitt sindur ógreitt? Allarflestu sethús kunnu fáa jarðhita. Her taka vit tað, sum skal til, í stigum:

Kelda. Umhvørvisstovan

Hvat er jarðhiti?

Jarðhitin, vit nýta til upphiting, er í veruleikanum sólarhiti. Tá sólin skínur, hitar hon lendið langt niður. Hitin har niðri er rættiliga javnur alt árið. Á 200 metra dýpi er hitin eini 12 hitastig. Fyri at fáa fatur á hitanum verður eitt djúpt hol (200-300 m) borað. Ein lokað slanga við vætu, sum stendur í sambandi við hitapumpuna, verður løgd niður í holið. Vætan verður hitað av jørðini og sirkulerað uppaftur og inn í hitapumpuna. Hitapumputøknin nýtir hita úr vætuni og streym (frá SEV) at hita vatnið, sum skal sendast gjøgnum hitaskipanina inni.

 

1 Hugsa um fígging

Kostnaðurin  fyri eina jarðhitaskipan til eini miðalstór hús liggur um 120.000-140.000 kr. pluss meirvirðisgjald. Minst til, at mvg’ið fært tú aftur. Roknistykkið fyri nýtslu sveiggjar sjálvandi við prísunum á olju og streymi, men við oljuprísinum higartil í 2020 vil ein tummilfingraregla vera, at gjaldið fyri streym hvønn mánaða er umleið 50-60 prosent av tí, ein rindar fyri somu upphiting við olju. Ein serligur avsláttur upp á streym til hitapumpur fæst frá SEV. Meir um tað seinni. At fíggja íløguna til hitapumpuna kanst tú til dømis hækka húsalánið, ella fáa eitt serstakt orkulán frá peningastovnunum, sum í løtuni liggur millum 2,25 og 2,50 % í rentu.

 

2 Finn veitarar

Undir hesi grein finnur tú eitt yvirlit yvir góðkendar veitarar av orkuskipanum. Spyr nakrar veitarar um teirra tilboð, bið teir koma og hyggja at húsunum og umstøðunum og meta um kostnað. Vit hava sett brunnborifeløgini á eisini – veitarin hevur kanska eitt felag, hann samstarvar við, men tú kanst sjálvandi velja.

 

3 Vel veitara og hitapumpu 

Tryggja tær, at veitarin, tú velur, er góðkendur hitapumpuinnleggjari, og at hitapumpan, tú keypir, er góðkend. Spyr veitaran, og ivast tú, so spyr á Umhvørvisstovuni. Hetta hevur týdning, tá tú skalt hava meirvirðisgjald afturrindað og fyri at fáa serliga streymprísin frá SEV. Út frá orkutørvinum í húsinum – stødd á húsum og bjálvingarstigi - roknar innleggjarin, hvussu djúpt boriholið skal vera og stødd á hitapumpu. Tað ber til at fáa sær jarðhita bæði til hús við gólvhita og til hús við radiatorum.

 

4 Bið um loyvi at bora 

Tá ið tú hevur valt tær ein veitara, skalt tú senda umsókn um loyvi at bora fyri jarðhita til kommununa. Tú finnur umsóknarskjalið á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her.

Innleggjarin og brunnborin skulu báðir fylla hvør sín part av umsóknarblaðnum út. So er klárt at lata kommununi umsóknina. 

 

5 Bora og set til 

Tá ið tú hevur fingið loyvið frá kommununi, kann brunnborin bora fyri jarðhita, og hitapumpu innleggjarin seta hitapumpuna upp og binda hana í elskipanina. Tað tekur 1-2 arbeiðsdagar at bora eitt jarðhitahol og 2-4 dagar at seta hitapumpuskipanina til.  

 

6 Fá mvg’ið aftur 

Tá ið arbeiðið er gjørt og rokningarnar eru goldnar, ber til at fáa mvg’ið endurgoldið. Minst til, at tað er bert fyri hitapumpuna og tað, ið er beinleiðis neyðugt fyri at hon kann taka orku úr jørðini, ein fær mvg aftur. Tað ber ikki til at taka aðrar umleggingar, so sum nýggja el-talvu ella stoypiarbeiði við.

Oyðublaðið til hetta finnur tú her, hjá taks.fo.

Útfyll skjalið. Legg avrit av rokningum og kvittanir fyri goldnar útreiðslur við umsóknini.

Send alt til, nei, ikki TAKS, men til Umhvørvisstovuna, us@us.fo. Tá ið umsókn og skjøl eru eftirkannað, sendur Umhvørvisstovan tey til TAKS til endaliga avgreiðslu og tú fært mvg’ið útgoldið haðani. Freistin er 31. mars 2021.

 

7 Fá bíligari streym til hitapumpuna 

SEV hevur gjørt tað møguligt at fáa bíligari streym til hitapumpuna. Treytin er tó, at hon er góðkend. Bið elinnleggjaran, sum bindur hitaskipanina í elmálaran, fáa eina váttan frá Umhvørvisstovuni, at hitapumpan er góðkend. Fyri at tað skal bera til hjá SEV at avrokna elnýtsluna til hitapumpuna, er neyðugt við einum serstøkum elmálara (minst til – tú fært ikki mvg aftur fyri hendan). Prísurin fyri streym til hitapumpur er 1 króna og 45 oyru fyri kilowatt-tíman.  Vanligur prísur er 1 króna og 95 oyru fyri hvønn kWt. Prísirnir eru við mvg.

 

Góðkendir innleggjarar til hitapumpuskipanir: 

KMS-Køling

Viðargøta 19

160 Argir

Telefon 210100

 

KBI 

Klingrugarður 2 

FO-700 Klaksvík 

Telefon 610200 

 

Sp/f C.Christiansen 

Niels Finsens gøta 43 

FO-100 Tórshavn 

Telefon 212204 

  

Sp/f VVS Import 

Neslíð 2 

FO-350 Vestmanna 

Telefon 560096 

  

HGV Sp/f 

Gerðisvegur 1 

FO-620 Runavík 

Telefon 470400   

  

FROST P/F 

Landavegur 32 

Postrúm 3244 

FO-100 Tórshavn 

Telefon 211124, fartelefon 217220

 

HITI Sp/f 

Einargøta 4 

FO-188 Hoyvík 

Telefon 891717 

  

RenoVent Sp/f 

Bryggjan 1                                    

FO-420 Hósvík                            

Telefon: 661100

 

P/F DEMICH 

Stiðjagøta 2                                    

Postboks 378                                  

FO-110 Tórshavn                            

Telefon: 350300                         

 

P/F Maria Poulsen 

Smyrilsvegur 8 

FO-100 Tórshavn 

Telefon: 312000 

 

P/F Svend Krosstein 

Falkavegur 6 

Postboks 3229 

FO-110 Tórshavn 

Telefon: 344600 

 

P/F Zacharias Leitisstein

Mylnuvegur 1

620 Runavík

Telefon 448233

leitisstein@leitisstein.fo

 

GÓÐKEND BRUNNBORIFELØG: 

 

Sp/f Bora 

Fossávegur 9 

FO-730 Norðdepil 

Telefon 227626 

ms@bora.fo 

 

P/F Jarðhiti 

Stiðjagøta 2 

Postboks 378 

FO-110 Tórshavn 

Telefon 278200 

jardhiti@jardhiti.fo 

 

P/F Zacharias Leitisstein

Mylnuvegur 1

620 Runavík

Telefon 448233

leitisstein@leitisstein.fo

 

Umsóknarblað at senda kommununi, loyvi at bora fyri jarðhita: 

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=14190

 

Umsóknarblað at søkja um at fáa mvg afturgoldið frá Taks (M40):

https://www.taks.fo/fo/borgari/oydublod/#3737