Kelda: sev.fo
Arbeiðið við pumpuskipanini í Vestmanna var komið so mikið áleiðis, at byggiarbeiðið ætlandi skuldi byrja í seinnu hálvu í ár. Byggiarbeiðið hevur verið boðið út millum undangóðkendar veitarar, og tilboðini eru komin inn.
Eftir gjøgnumgongd av innkomnu tilboðunum er tó greitt, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina fer at liggja væl omanfyri kostnaðarmeting og heimildina, sum aðalfundurin hevur givið.
Aðalfundurin hevur heimilað Sev at brúka upp til 1,3 mia. kr. til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna, men eftir gjøgnumgongd av tilboðunum, er líkt til, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 mia. kr.
“Vit hava avgjørt at steðga á við verkætlanini” sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev. “Tað er elbrúkarin, sum rindar kostnaðin, og vit halda tað ikki vera ráðiligt at arbeiða víðari og harvið áleggja brúkaranum at rinda fyri eina so dýra verkætlan”, sigur Kári Johansen.
Endamálið við pumpuskipanini er at veita stabilitet til elskipanina, umframt at vera orkugoymsla. “Vit halda fast við grønu kósina og arbeiða víðari við at finna aðrar goymsluloysnir”, sigur Kári Johansen.