13. mars 2018

Sólorkuskipan á Tannlæknamiðstøðini

48 sólplátur eru lagdar á suðurvenda takið á Tannlæknamiðstøðini. Tær fylla 80 m2 av takinum og kunnu í góðari sól framleiða 12 kW av el beinleiðis inn á elnetið hjá SEV.

Til ber at fylgja við framleiðsluni á netinum, sí www.evishine.com/tonn og á fartelefonini við at downloada appina eviShine. Tá ið tú koyrir hana fyrstu ferð skalt tú skriva loyniorðið: “tonn”.

Niðanfyri sæst, hvussu framleiðslan var mánadagin 12. mars kl. 16:00

 

Her er ein skermmynd vald, sum til vinstru vísir, at sólorkuverkið í hesi løtu framleiðir 0,891 kW. Í miðjuni sæst, at framleiðslan higartil í ár hevur verið 401 kWh, býtt á 59 kWh í januar, 176 kWh í februar og 166 kWh higartil í mars. Høgrumegin sæst m.a. hvussu nógv verkið hevur framleitt síðani tað byrjaði í oktober 2017, og hvussu nógv CO2  er  spart í mun til, um øll hendan framleiðslan var komin frá Sundsverkinum.