28. juni 2019

Tveir elbilar, tveir eigarar

Samanborið við bensinbilar kostar tað um helvtina at "fylla tangan" á einum elbili.

Erik og Maud, tveir glaðir elbilaeigarar greiða frá um sínar royndir við elbilum.

 

 

Elbilar rinda hvørki skrásetingargjald ella vegskatt, og tey, sum keypa ein vetnis- ella elbil, fáa upp til 70.000 krónur aftur í mvg.

Elmotorar hava stórt virkni og brúka umleið ein triðing av orkuni til uppgávuna, samanborið við bensin- og dieselbilar.* 

 

Munandi reinari

Elbilar lata einki vakstrarhúsgass út, tá ið teir koyra, men tvey viðurskifti gera, at CO2-fótafetið ikki er heilt einki. Tey eru:

  • Vakstrarhúsgass frá framleiðsluni av elorkuni, sum løðir bilin.
  • Vakstrarhúsgass, sum verður latið út í náttúruna, har elbilurin verður framleiddur.
  • Elbilar dálka ikki nærumhvørvið og larma munandi minni enn bensin- og dieselbilar, tí einasta ljóðið, sum kemur frá elbilum, er larmur frá dekkunum.