31. mai 2019

Tú kemur longri við einum elbili

Hví koyra ímóti streyminum?

Tríggjar orsøkir til at velja elbil:

  • Elbilar dálka ikki nærumhvørvið og larma munandi minni enn bensin- og dieselbilar, tí einasta ljóðið, sum kemur frá elbilum, er larmur frá dekkunum.
  • Elmotorar hava stórt virkni og brúka umleið ein triðing av orkuni til uppgávuna, samanborið við bensin- og dieselbilar. 
  • Elbilar rinda hvørki skrásetingargjald ella vegskatt, og tey, sum keypa ein vetnis- ella elbil, fáa upp til 70.000 krónur aftur í mvg.

Elbilar lata einki vakstrarhúsgass út, tá ið teir koyra, men tvey viðurskifti gera, at CO2-fóta-fetið ikki er heilt einki. Tey eru:

  • Vakstrarhúsgass frá framleiðsluni av elorkuni, sum løðir bilin.
  • Vakstrarhúsgass, sum verður latið út í náttúruna, har elbilurin verður framleiddur.

 

 

Fyri at fáa grønar elkeldur mugu vit brúka grøna tøkni

Eftirspurningurin eftir elorku veksur samsvarandi, sum brúkararnir leggja um til elbilar og hitapumpur. So hvørt sum vit fáa fleiri vindmyllur, meiri vatnorku og fleiri elbilar og hitapumpur, fer lutfallið av tungolju á netinum hjá SEV at minka. Brúkarin hevur sostatt stóra ávirkan á útbyggingarnar av grønum orkukeldum. 

 

Almennar løðistøðir og heima við hús

Í dag eru almennar løðistøðir í Havn, á Flogvøllinum, við Streymin, í Runavík, í Klaksvík, á Sandi og á Tvøroyri. Eitt alment yvirlit yvir løðistøðir sæst á kortal.fo undir teiginum “Grøn orka”.

Hesar løðistøðir eru sonevndar Quick Charge løðistøðir. Ein Quick Charge løðistøð klárar sum oftast at løða bilin upp til 80% eftir 20 til 30 minuttum.

SEV setir løðistøðir upp heima hjá fólki ókeypis, um brúkarin hevur syrgt fyri, at streymur er lagdur hagar løðistøðin skal standa.

Løðitíðin er tongd at støddini á battarínum og máttinum, sum løðistøðin er før fyri at lata til løðing.

 

Fyrimunir við at løða heima

  • Tú kanst tryggja tær, at elbilurin altíð er løddur, tá ið tú skalt brúka hann.
  • Bilurin kann løða, tá ið tú ikki hevur tørv á honum.
  • SEV hevur við heimaløðistøðum møguleika at stýra løðingina eftir, nær mest grøn orka er tøk.
  • Ein heimaløðistøð er ein íløga í egin hús.

 

Góð ráð áðrenn tú keypir elbil

  • Kanna veruligu fjarstøðuna, bilurin kann koyra, og ikki minst, hvar løðistøðir eru í mun til tín gerandisdag.
  • Kanna løðitíðina á elbilinum. Flestu elbilarnir kunnu løða skjótt við Quick Charge støðum, men tað er týdningarmikið at vita.
  • Kanna, um bilurin hevur battarígaranti. Flestu elbilarnir hava í dag eitt garanti, sum er galdandi í 5-10 ár, har battaríið minkar upp til 20-30% í tíðarskeiðnum.
  • Kanna, hvussu bilurin klárar seg í føroyska veðurlagnum, og hvussu hann verður ávirkaður av eitt nú frosti.
  • Kanna eftirlitsprísirnar hjá bilasøluni. Ein elbilur er einfaldari og eigur tískil at hava við sær lægri útreiðslur til viðlíkahald og verkstað.
  • Kanna, um tað ber til hjá tær at løða við hús. Ein løðistøð heima við hús lættir munandi um.