Kelda: Publikkin/kvinna
Vit tendra sjáldan ljósið, tí vit hava syrgt fyri at bjóða dagsljósinum innum við stórum vindeygum á vestaru og sunnaru síðunum. Vit hava eisini syrgt fyri, at so lítið sum gjørligt av kulda sleppur inn í húsini, tá vit brúka høvuðsdyrnar, tí hurðin er staðsett á eystaru síðu, har tað er minst vindur, fortelur Eyðun Eliasen, meðan hann leiðir okkum gjøgnum húsini.
Stóri dreymurin hjá familjuni Eliasen var eitt heim við ljósum, arbeiðsligum rúmum, har trivnaður var í miðdeplinum. Og vit koma ikki langt inn í húsini, áðrenn vit staðfesta, at tað hevur eydnast familjuni at gera dreymin til veruleika. Her í vesturbýnum í Havn býr arkitekturin saman við familju sínari.
STÓR SPARING
Hesar snildu loysnirnar, sum arkitekturin hevur brúkt, kennir tú aftur, tá tú gongur gjøgnum rúmini. Og ikki minst síggjast snildirnar aftur á rokningunum. Orkurokningin her í húsinum er nevniliga metlág sammett við onnur føroysk hús. “Við røttu loysnini kanst tú spara heilt upp í 25.000 krónur um árið”, fortelur Eyðun Eliasen.
Og í veruleikanum kanst tú spara 10.000 krónur um árið í rakstri bara við at leggja um til eina grønari orkuloysn. Tað staðfestir Kári Mortensen, sum er deildarleiðari á Orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Í dag er hann á vitjan í húsunum hjá Eyðuni fyri at práta um ymsu orkuloysnirnar og um, hvørjir fyrimunirnir eru við at velja eina grøna loysn.
Eyðun, sum eigur húsini, er sjálvur arkitektur, og ikki øll hava líka góðar fortreytir sum hann, tá tað ræður um at tekna og gera kanningararbeiði. Men tað eru ráð fyri tí, tí har finnast ikki bara arkitektar at ráðføra seg við í Føroyum. Orkudeildin á Umhvørvisstovuni er til reiðar at veita øllum borgarum serkøna vegleiðing í orkuspurningum.
Eisini í eldri húsum kanst tú velja at leggja um til hitapumpu og harvið spara umleið 10.000 krónur um árið, tá kostnaðurin fyri umleggingina er rindaður aftur.
»Um tú til dømis eigur 150.000 krónur á bankabókini, so er tað í roynd og veru ein góð íløga at skifta oljufýrið út við eina jarðhitaskipan. Tí tá fært tú eina rentu á eini 7% í staðin fyri at hava peningin standandi í bankanum, har hann bara minkar burtur. Í staðin fyri at brúka 20.000 krónur í olju um árið, so hevði tú klárað teg við at brúkt 10.000 krónur í el um árið. Tú eigur so ikki tær 150.000 krónurnar tøkar á bók, men sparir 10.000 krónur um árið. Tað merkir, at tað er nokkso skjótt at vinna pengarnar inn aftur”, sigur hann. Millum tær ymsu loysnirnar, tú kanst velja í, eru luft-til-vatn hitaskipan, luft-til-luft hitaskipan, ventilatiónshitaskipan, jarðhitaskipan og grønar fjarhita- og nærhitaskipanir. Og her í húsinum hevur familjan valt jarðhitaloysnina. Hendan avgerðin ber samstundis í sær, at tað er meiri pláss í húsinum. Húsið hevur nevniliga einki fýrrúm, og øll tøknin, sum hoyrir til jarðhitaskipanina, er fjald í eini einfaldari og snotiligari gólv-til-loft loysn.
»Vit kannaðu møguleikarnar á marknaðinum, og her var jarðhitaskipanin tann, sum royndist best. Her vóru bara góðar afturmeldingar at frætta«, fortelur Eyðun, meðan hann vísir fram rúmið, sum fyrr í tíðini hevði verið eitt fýrrúm, men sum í hesum húsunum er bæði uppihaldsrúm, tøknirúm og vaskirúm. »Tað eru sjey ár síðan, vit fluttu inn í húsini, og vit hava als ongar trupulleikar havt av skipanini.
Saman við okkara byggihátti hevur hon havt við sær, at okkara orkurokning er óvanliga lítil. Vit gjalda 12.000 krónur um árið fyri samlaðu orkuna, tað er at siga fyri bæði el og hita. So í mun til at noyðast at gjalda 15.000 krónur um árið bara fyri olju, eru nógvir pengar at spara«, sigur Eyðun.
Men hvørja loysn viðmælir Kári Mortensen, serfrøðingur og deildarleiðari á Orkudeildini?
»Eg vil viðmæla eina hitapumpu við jarðhitaskipan. Hon er gamaní dýrari at keypa, men effektivari og bíligari í rakstri«, sigur Kári Mortensen og ger vart við, at allar grønu loysnirnar loysa seg betri, enn ein oljufýrur. Tað eru bara luft-til-luft hitaskipanirnar, sum ikki eru partur av tilmælinum frá orkudeildini.
Tað verður onkuntíð borið fram, at tað at skifta til hitapumpu bara merkir, at oljunýtslan verður flutt frá reinari dieselolju í oljufýrunum til kolasvarta tungolju á Sundsverkinum. Hetta er tó ikki rættvísandi sambært Kára Mortensen, tí diesel og tungolja hava neyvt tað sama CO2-útlátið, og við tí grønu loysnini brúkar tú munandi minni olju – í veruleikanum heilt niður í ein fimtapart av tí oljuni, tú hevði brúkt við oljufýri.
EINAR REINARI FØROYAR
“Eingin ivi skal tó vera um, at tað fyri okkum snýr seg um at sleppa av við alla oljuna – eisini tungoljuna”, heldur Kári Mortensen fram.“ Tað er tað, sum alt føroyska orkuskiftið yvirhøvur snýr seg um: at Føroyar gerast fossilfríar”.
Í Føroyum gerast vit alsamt grønari, so hvørt sum orkuskiftið tekur dik á seg og vindmyllurnar verða settar upp kring landið. Og her gera eisini føroysku familjurnar stóran mun. Bara í fjør settu útvið 100 føroyskar familjur jarðhita upp og eru harvið við til at gera Føroyar reinari, samstundis sum tey í minsta lagi spara 10.000 krónur um árið. Á heimasíðuni www.os.fo kanst tú lesa meiri um, hvørja hitaskipan tú skalt velja, um tú byggir, umvælir ella bara vilt leggja um til grøna orku.
NÝGGJ HÚS, SUM VELJA JARÐHITA HELDUR ENN OLJUFÝR.
ÍLØGA:
Jarðhitaskipan: 120.000 kr. (150.000 kr. – 30.000 kr. mvg afturbering)
Meiríløga í jarðhitaskipan í mun til oljufýr: 70.000 kr.
ORKUTØRVUR:
25.000 kWh um árið til upphiting og heitt vatn, sum svarar til:
6250 kWh av el við jarðhitaskipan.
2725 litrar av olju við oljufýri.
RAKSTUR:
Jarðhitaskipan: 8690 kr. um árið. (elprísur: 1,89 kr/kWh – 0,50 kr/kWh = 1,39 kr/kWh)
Oljufýr: 19335 kr. um árið. (oljuprísur: 7,10 kr/litur)
Rakstrarsparing : 10650 kr. um árið ella 890 kr/mánað
AFTURGJALDSTÍÐ AV MEIRÍLØGU:
Tað ganga umleið 8 ár at vinna meiríløguna á 70.000 krónur aftur.