20. oktober 2021

Umhvørvisatlitini liggja í Maju

Maja Jakobsen tekur atlit til umhvørvið í øllum hon ger. Maður hennara, Jákup Jakobsen er ein jarðbundin maskinmeistari og tí var hann meira skeptiskur og vildi einka gera í óðum verkum. Men hann fann einki galdandi argument ímóti jarðhitaskipanini. Hon var bæði betur og fylgdi rákinum.

Greinarøð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Í einum nýbygdum og snøggum húsi á Lýðarsvegi á Toftum búgva hjúnini Maja og Jákup Jakobsen. Hugtakandi útsýnið nærum blindar teg, tá tú fyrstu ferð kemur inn í samanbygdu stovuna og køkin.

 

 

 

Gongur tú fram ímóti vindeygunum sær tú omanyvir bygdina og niður á havnalagið, har skip og bátar koma og fara. Úti á fjørðinum sæst havrannsóknarskipið Jákup Sverri stevna inn á Skálafjørðin. Útsýnið á Lýðarsvegi spennir allan vegin úr Havnini og inn á Skálafjørðin.

Húsini eru at kalla nýggj. Tey stóðu liðug í 2018. 100 fermetrar í tveimum hæddum, stoypt allan vegin upp. Húsini eru isoleraði eftir dagsins krøvum, við gólvhita og rútum í trimum løgum. Her er heitt og fjálgt inni.

- Tá vit keyptu grundstykkið í 2016, so skuldu vit jú eisini taka støðu til hitaskipan, greiða tey bæði frá.

Maja vildi hava eina grøna skipan, meðan Jákup í fyrstani var drigin at lægra íløgukostnaðinum fyri oljufýring. Munurin er jú stórur í byrjanini. Oljufýringin kostar kanska 50.000 krónur við øllum, meðan jarðhitaskipanin kostaði 160.000 krónur minus MVG afturberingina.

- Ja eg hugsaði um oljufýring í fyrstani. Men tá eg hugsaði um, hvar vit skuldu byggja so dugdi eg at síggja, at vit komu so helst at vera tey einastu, sum brendu olju. Og eg hevði ikki hug at ganga ímóti rákinum og verða tann einasti við royki úr skorsteininum, greiður Jákup Jakobsen frá.

Hann viðgongur, at hann er ikki so øgiliga grønur í sinni, sum konan er. 

 

CTC hitapumpan hevur koyrt feilfrítt síðani byrjan

Tá Jákup hevði sett seg inn í møguleikarnar á marknaðinum, so var einki at ivast í hjá honum, at hann vildi hava eina jarðhitaskipan. Hann vildi ikki hava eina luft til vatn, tí sambært honum, so halda tær skipanirnar ikki líka leingi.

- Tær halda kanska 10-12 ár og so skal okkurt skiftast, tí tær standa úti í vindi og í søltu føroysku luftini, sigur Jákup Jakobsen.

Holið hjá teimum er 220 metrar djúpt og hjartað í hitaskipanini hjá teimum er ein CTC hitapumpa frá Mariu Poulsen. Kostnaðurin var 128.000 krónur aftaná, at tey høvdu fingið mvg-ið aftur. Tá gjørdi Jákup Jakobsen alt rørarbeiðið sjálvur, meðan Maria Poulsen setti hitapumpuna til.

- Skipanin hevur nú koyrt í 3,5 ár uttan nakran trupulleika yvirhøvur, sigur Maja Jakobsen.

Í gomlu húsunum hjá teimum í Havn brúktu tey umleið 3000 litrar av olju um árið, sum í dagsins oljuprísum svarar til umleið 2050,- krónur um mánaðin. Í miðal hava tey brúkt umleið 1150 krónur um mánaðin í elorku at hita húsini upp við og til heitt vatn. Tey hava sostatt spart umleið 900,- krónur um mánaðin í nýtslu.

- So um tað gongur, sum tað hevur gingið, so hava vit spart íløguna til jarðhitaskipanina innaftur eftir góðum 7 árum, sigur Jákup Jakobsen.

Maja Jakobsen greiður frá, at tað fyri hana er ein góð kensla at spara pengar, samstundis sum tey vita, at tey spara umhvørvið fyri útlát. Og so leggur hon afturat, at hitapumpan er snøggari, friðaligari og har kemur eingin luktur frá henni.

- Um vit vildu, so kundu vit goymt hana inni í einum skápi. Og tað var faktiskt ein av teimum stóru fyrimununum fyri meg, tá vit skuldu velja hitaskipan, sigur Maja Jakobsen at enda.