11. februar 2019

Vindurin skal snara okkum inn á beint - 1. partur

Steinøldin endaði ikki, tí grótið varð uppi, men tí bronsa var betri tilfar. Í dag trýtur hvørki á koli, olju ella gassi – tó er tíðin aftur komin til eitt kollveltandi orkuskifti. Hesuferð er tíðin tó knøpp. Her er fyrri av tveimum greinapørtum.

Rólant Dam, journalistur

LES HESA GREIN, tí hon greiðir tær frá, hvat orkuskiftið snýr seg um í føroyskum og í altjóða høpi.  Vit royna her at svara tær, hvørjar broytingar eru framdar í Føroyum, hvar Føroyar eru staddar á grønu leiðini og hvat Føroyar fara undir í næstum. Her fært tú eisini svar uppá, hví vit í Føroyum eru farin undir eina grøna kollvelting og, hvat hetta hevur at siga fyri tín gerandisdag og samfelag okkara komandi árini  

 

Tú minnist nervandi løtuna í filminum Titanic, tá skipari og manning noyðast at leggja alla orku í at snara uttanum risastóra ísfjallið, sum brádliga er komið undan mjørkanum.

Nú verða kolarúgvurnar syftar, gervið skift, róðrið snarað og yvirhøvur hálsað um av øllum alvi. Og so, tá ið alt, sum letur seg gera, er gjørt, standa øll frammi á dekkinum og halda ondini, meðan ísfjallið nærkast: skal tað eydnast okkum? Gerast vit ov stutt? Vóru vit ov sein í vendini?

Søgubøkurnar hava longu greitt okkum frá, hvussu søgan endaði, men vit duga kortini at liva okkum inn í, hvussu løtan hetta seina kvøldið tann 14. apríl 1912 kendist hjá teimum, sum stóðu úti á dekkinum og eygleiddu ísfjallið  og turistdamparan koma tvørturvið hvørt annað.

Í dag hava vit hvørki tørv á  Hollywood ella stórvegis hugflogi, tá vit skulu ímynda okkum, at vit bresta saman við náttúruna. Sambært granskarum kring allan heim, noyðast vit bara at gloppa eyguni. Tí vit standa andlit til andlits við eina globala ovurupphiting, sum vit sjálvi eiga høvuðsleiklutin í.

Tað er eftirhondini vorðið greitt, at hóast gosfjøll, tundra og plettar á sólini hava sína ávirkan á veðurlagið, eru tað vit sjálvi og okkara virksemi, sum er meginorsøkin til hættisliga ólagið, sum nú gerst alsamt sjónligari kring heimin. Og tí eru tað eingin annar enn vit sjálvi, sum her og nú og næstu árini, mugu leggja alla orku í at snara undan vandanum, sum hevur víst seg í kikaranum.

 

“Í dag er trupulleikin fyrst og fremst teir motorarnir, sum seinastu 300 árini hava drivið samfeløg okkara framá”

Grundarlagið má skiftast

Okkara uppgáva er tó so vavmikil, at avbjóðingarnar umborð á Titanic blikna afturímóti. Nú er tað ikki bara náttúran, sum av misgávum hóttir við ísfjalli og undirgangi. Í dag er trupulleikin fyrst og fremst teir motorarnir, sum seinastu 300 árini hava drivið samfeløg okkara framá.

Í mun til tey orkuskifti, sum eru framd í søgu okkara, er tað nakað næstan óhoyrt, sum skal gerast í dag. Skipaferðslan eigur gamaní stóran lut í veðurlagstrupulleikanum – í føroyskum høpi eiga skipini helvtina av føroyska útlátinum.

Trupulleikin er tó hvørki avmarkaður til ein skipaflota, eitt land ella ein heimspart. Hóast láglond sum eitt nú Niðurlond, Danmark og Maldivurnar  eru munandi verri vard fyri veðurlagsbroytingum (eitt nú vatnstøðubroytingum) í mun til Noreg og Føroyar, ber til at siga, at allur heimurin er staddur í sama báti.

Og hesuferð nyttar ikki at kynda upp í kolovnarnar fyri at hóra undan hóttanini.

Í Føroyum er tað fyrst og fremst vindorkuna, vit skulu brúka til at snara føroyska samfelagið inn á eina fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygga kós. Í so máta eru vindmyllurnar tey seglini, sum skulu gera Føroyar sjálvbjargnar á orkuøkinum og samstundis hjálpa okkum at snara av umhvørvisligu vandakósini.

Tað nyttar tó lítið at lata hánt um ídnaðarkollveltingina ella ídnaðin sjálvan, tí hesi eru grundarlagið undir øllum tí, vit eiga í dag. Og tað er fyri ein stóran part ídnaðurin, sum skal skifta ham og hjálpa okkum og sær sjálvum inn á eina burðardygga kós.

Ein av positivu søgunum í fjør var júst, at eitt slíkt hamskifti innan ídnaðin longu er í umbúna nógva staðni í heiminum. Her byrja ídnaðurin og vinnurnar at vísa seg sum primus motor, tí tey taka sjálvi stig til broytingar – ofta uttanum politikararnar. Og tað kemst av, at ídnaðurin hevur fingið eyguni upp fyri bæði fyrimununum og teirri sannroynd, at tíðin er farin frá fossilum orkukeldum.

“COP24: Fundurin endaði í yvirtíðini aftaná tvær samfullar vikur av drúgvum og truplum samráðingum”

Hvar standa vit í dag?

Tað stendur flestum greitt, at nakað annað og radikalt má gerast, bæði í Føroyum og í heimshøpi. Tað var hetta, sum nógv umrøddi París-sáttmálin gjørdi greitt í 2015.

Okkara orkugrundarlag skal ikki bara umbyggjast og umskipast – tað skal eisini ganga skjótt fyri seg. Av tí sama snýr mangt seg í løtuni um, at heimsins lond seta sær freistir og forplikta hvørt annað uppá bæði ítøkilig átøk, freistir og mál.

Akkurát hvussu radikalt og skjótt vit eiga at fara til verka – tað var júst spurningurin á COP24 ráðleggingarfundinum hjá ST í desember, sum varð  hildin í pólska kolanámsbýnum Katowice. Fundurin endaði í yvirtíðini aftaná tvær samfullar vikur av drúgvum og truplum samráðingum.

Her vóru bæði stór og smá lond møtt upp. Eisini umboð fyri orkuskiftið í Føroyum tóku lut á fundinum, har tey greiddu øðrum tjóðum frá, hvussu orkuskiftið fer fram í Føroyum.

Í Katowice vóru mong lond møtt upp við góðum vónum og við seinastu frágreiðingini frá ST-veðurlagspanelinum IPCC fremst í huga og ovast í taskuni.

Tí hendan sætta serfrágreiðingin frá panelinum, skuldi eftir ætlan tæna sum vísindaligt grundarlag undir øllum arbeiði og altjóða samstarvi frameftir.

Tó møttu bæði USA, Russland, Kuwait og Saudi-Arabia upp við ørkymlandi afturhaldni mótvegis júst hesi frágreiðingini. Hetta er annars ein frágreiðing, sum londini sjálvi hava biðið um. Og hetta var ein eyðsæddur og ørkymlandi trupulleiki, tí reglan er tann, at breið semja krevst, um ein frágreiðing skal takast við sum grundarlag undir samráðingum.

Tað kom ikki óvart á nakran, at oljulondini Saudi-Arabia og Kuwait sýndu frágreiðingini mótvild. Tí bæði londini eru kend fyri tvørlyndi í altjóða umhvørvismálum. Tað sum elvdi til ørkymlan og stúran var, at USA og Russland høvdu lagt á annan bógvin og vóru farin uppí noktandi partin í umhvørvismálum. Meðan flestu londini ynsktu at bjóða frágreiðingini vælkomin, hildu russar og amerikanarar fast við teirri lítilsvirðandi orðing, at frágreiðingin skuldi »noterast« heldur enn bjóðast beinvegis innar í komandi samráðingarnar.

Eisini Kina vísti seg trupult at semjast við. Í hesum føri var tað tó ikki, tí motivatiónin manglaði. Tí Kina hevur nógvar góðar og álvarsamar grundir til at hálsa um á orku-og umhvørvisøkinum. Og meðan USA hevur tikið seg aftur sum oddatjóð, hevur Kina traðkað til sum oddaland. Trupulleikin var tó tann, at Kina ikki skoytir um stýring og eftirlit uttanífrá.

Tað var tó júst stýring og eftirlit, sum fundurin í Póllandi skuldi tryggja: at londini samdust um eina reglugerð og eitt felags háttalag, sum ger okkum før fyri at máta og hava eftirlit við útlátinum í ymsu heimspørtunum. Er roknihátturin neyvt tann sami tvørturum landamørkini, verða tølini eisini sambærilig. Og tá ber til at kanna framstigini á grønu leiðini í einstøku londunum og sostatt fylgja við í, um londini røkka settu málini.

Meðan París-sáttmálin í 2015 setti heimsmálini út í kortið, var júst afturumfarni fundurin í Katowice sostatt næsta stigið, sum skuldi gera okkum før fyri at staðfesta, í hvønn mun vit øll bera á mál við ætlanum okkara.

Millum hesi bæði stigini liggur so serstaka frágreiðingin frá ST-veðurlagspanelinum, sum varð almannakunngjørd í oktober í fjør. Framfýsnu limalondini høvdu tikið frágreiðingina við sær á fund í eini vón um at hækka ambitiónirnar í samsvari við dagførdu og ófrættakendu niðurstøðurnar í frágreiðingini.

 

“Tvørturímóti er tað umráðandi, at hækkingin av globala hitalagnum ikki fer uppum 1,5 hitastig”

Tí hendan serfrágreiðingin talar sítt greiða mál. Í henni verður millum annað komið til ta niðurstøðu, at málini um útlátsminking, ið vóru fastløgd í París-sáttmálanum, eru ov lágt sett. Í stuttum stendur at lesa, at ásetta minkingin í besta føri fer at avmarka globalu upphitingina til 3-3,5 hitastig. Og sambært seinastu forsøgnunum er hendan minkingin verri enn so nóg mikil. Tvørturímóti er tað umráðandi, at hækkingin av globala hitalagnum ikki fer upp um 1,5 hitastig. Tí longu tá byrjar heimssamfelagið at missa tamarhaldið á støðuni.

Sum danski veðurfrøðingurin Jesper Theilgaard ger vart við, eiga vit her at minnast til, at vit í roynd og veru ikki hava 1,5 hitastig at arbeiða við. Tí síðan 1850 er miðalhitin longu hækkaður við einum hitastigi, og tað vil siga, at tað eina hitastigið longu er brúkt. Og tað er hetta, sum ger, at tey serkønu sita sum á nálum og eygleiða gongdina.

Næsta stóra altjóða stigið er, at londini hvør sær greiða frá, hvørji ítøkilig átøk tey fara at seta í verk, og nær akkurát tey fara at gera tað. Tann fundurin verður í september í ár.