21. mai 2021

Vit høvdu ongantíð forvunnið eitt jarðhitahol innaftur

Bogi Sivertsen og Brynhild Absalonsen í Havn hava fingið sær ventilatiónshitapumpu í nýggju húsini hjá sær. Fyri tey er tað ein bíligari og betri loysn enn jarðhitin.

Greinarøð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Miðskeiðis millum Eystfalssker og Torvgarðstanga úti við Strond í Havn liggur Válgaravík. Beint áraka Válgaravík liggur ein býlingur við fleiri nýggjum húsum. Húsini hava heimstað í Válgaratúni.

Familjan hjá Brynhild hevur summarhús á Viðareiði, og tey hava altíð verið nógv har norðuri. Í nøkur ár var ein handil á Viðareiði, sum æt Válgarin, og navnið var javnan á lofti í familjuni sum skemt.

So fyri tey bæði, sum byggja húsini við húsatalinum 6, er tað ein farri av speii, at tey skuldu búseta seg í Válgaratúni. Men bæði Válgaratún og Válgaravík eru nú ein partur av søguni um heimið hjá familjuni Sivertsen og Absalonsen.

 

Tey byggja sjálvi

Bogi Sivertsen vil gera tingini upp á sín egna hátt. Hann hevur sjálvur bygt so nógv, sum yvirhøvur til ber í húsunum hjá teimum. Grundina hevur hann bygt í stigum við flamingoformum, sum hann fylti so hvørt, sum hann hevði lagað nóg nógv til ein blandibil av betongi.

Trý av fimm húsum í grannalagnum hjá Boga Sivertsen og Brynhild Absalonsen hava fingið sær jarðhita, men tey bæði hava fingið sær eina ventilatiónshitapumpu. Bogi Sivertsen er ógvuliga greiður, tá hann greiður frá orsøkini:

- Vit eru 40 ára gomul og vit koma ongantíð at vinna hasar 70.000 krónurnar innaftur, sum jarðhitaholið kostar okkum eyka, greiður hann frá.

Men á sama hátt, sum við so nógvum øðrum í húsunum hjá teimum báðum, so eru avgerðirnar bygdar á hugsjónir, forvitni, kanningar og umhugsni. Jarðhiti var fleiri ferðir upp á tal, men íløgan varð vald frá, tí tey hildu tey fingu ov lítið burturúr meirkostnaðinum. Tá samanum kom var ventilatiónshitapumpa rætta valið bæði fíggjarliga, men eisini tekniskt.

- Vit hava valt eina Nilan Air 9 luft til vatn ventilatiónshitapumpuskipan. Nilan er eitt danskt merki, sum hevur verið leingi á marknaðinum og er sera orkuvinarligt, greiður Bogi Sivertsen frá.

- A+++, leggur hann afturat, tá hann hevur verið og hugt nærri at skipanini.

Ein ventilatiónshitapumpuskipan er ein luft-til-vatn-hitapumpa og ein ventilatión í somu skipan. Heita luftin, sum ventilatión tekur úr rúmunum, verður brúkt til at hita vatnið frá útipartinum av hitapumpuni nakrar fáar gradir afturat. Hesar fáu gradirnar gera sera stóran mun í effektivitetinum av skipanini.

- Ein annar fyrimunur við hesi skipanini er, at tí at ventilatiónin er ein innbygdur partur av luft-til-vatn-hitapumpuskipanini, so fær man eisini mvg-ið endurgoldið fyri ventilatiónina. Og øll nýggj hús í dag skulu hava ventilatión, sigur Bogi Sivertsen.

Men veruligi fyrimunurin við skipanini er, at talan er um eina skipan og ikki tvær. Samvirkna skipanin tryggjar at upphiting og ventilatión arbeiða saman fyri at skapa best møguliga inniumhvørvið.

  • Tá skipanin er knýtt saman, so arbeiða ventilatiónin og hitapumpan sum ein skipan, greiður Bogi Sivertsen frá.

Hann er komin væl ávegis ígjøgnum manualin og dugir at síggja, at skipanin sjálv kann stýra vætuni og hitanum inni í rúmunum, umframt at hon eisini syrgir fyri at køla rúmini niður teir dagarnar, tá sólin bakar inn ígjøgnum stóru rútarnar í húsunum.

 

Føðingardagurin deadline 

Øll sum hava bygt hús vita, at trýstið veksur, so hvørt sum húsini gerast meiri og meira liðug. Bogi Sivertsen hevur nógvar snøklar eftir ymsa staðni í húsunum. Gólvini eru komin á í nøkrum rúmum, loftini eru komin undir og køkurin settur upp. Baðiverilsini eru komin væl áleiðis og húsini eru málaði innan.

  • Eg havi lovað dóttrini, at hon sleppur at halda føðingardag í húsunum, sigur Bogi Sivertsen.

At evstamarkið er sett merkir ikki, at Bogi og Brynhild verða liðug í bræði. Nýmótans hitaskipanin hevur møguleikar fyri fleiri tilsetingum og í nærmastu framtíð hava tey hug at royna, hvussu sólpanelir á takinum roynast.

Samanumtikið eru tey væl nøgd við loysnina tey hava keypt frá Hita. Loysnin er sambundin, kostnaðareffektiv og riggar væl í húsinum.

Tey hava søkt um mvg-afturbering fyri íløguna til hitaskipan fyri tilsamans 130.000 krónur.

 

Besta loysnin til nýggj hús

Tað er felagið HITI, sum hevur veitt ventilatiónshitapumpuna hjá Boga Sivertsen og Brynhild Absalonsen. Áki Mortensen, sum er stjóri á HITA er ivaleysur:

- Í mun til bæði prís og nyttustig er hetta tann besta loysnin til nýggj hús, sum er á føroyska marknaðinum í løtuni, sigur Áki Mortensen.

 

Tað, at skipanin er sambygd við bæði hitapumpu og ventilatión ger, at nyttustigið gerst sera høgt. Í fyrru atløgu er hitapumpan sjálv sera effektiv, men í aðru atløgu, so hjálpir ventilatiónin hitapumpuni, við at heita luftin, sum fer úr rúmunum, verður endurnýtt.

- Júst hetta ger, at tann munurin sum onkuntíð er millum jarðhitaskipanir og luft-til-vatn-skipanir í effektiviteti, hvørvur. So nú verður íløgan í jarðhitaholið óneyðug sigur Áki Mortensen.

Hann vísir tó á, at nógv fólk vilja ikki hava ein útipart og tískil velja sær jarðhitaskipan.

- Nilan Air 9 ventilatíonshitapumpan kann eisini knýtast saman við eitt jarðhitahol. Tá er kompressarin inni og skipanin er annars tann sama, sigur Áki Mortensen.

 

Ein skipan, sum endurvinnur bæði hita og kulda

Áki Mortensen vísur á, at tí at skipanin er sambygd, so fær Nilan Air 9 orku burturúr bæði heitari og kaldari luft.

Skipanin hevur eitt klimasystem - soleiðis, at tá tú kølir luftina inni í húsinum, brúkar tú orkuna á hinari síðani at hita brúksvatnið við. Eitt sindur, sum eitt køliskáp har, tá tú kølir inni í skápinum, so verður heitt aftanfyri. Í hesi skipanini fer tann hitin í brúksvatnið.

- Við hesi skipanini hevur tú ta bestu ventilatiónina innbygda í eina sera góða luft til vatn  skipan. Hon gagnnýtir hitan og kuldan og alt verður stýrt av einari app, sigur Áki Mortensen.

- Vit síggja hesa skipanina sum tað optimala til nýggj hússigur Áki Mortensen og leggur afturat:

- Og so er hon helst eisini tann bíligasta samlaða loysnin.