SEV

Elfelagið SEV er interkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga.
 
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, í høvuðsheitum verður nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.
 
SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku- og kervisábyrgdina í Føroyum.
 
Føroyar eru avbyrgt oyggjasamfelag, sum ikki kann keypa streym frá grannalondunum. Veitingarskyldan og kervisábyrgdin bera tískil við sær, at SEV 24 tímar um samdøgrið hevur ábyrgdina av at hava nóg mikið av tøkum mátti, so skipanin virkar til fulnar og kann lofta tekniskum brekum og framleiðslueindum, sum av einihvørjari orsøk steðga.
 
SEV er skipað sum lutafelag við partafelagslíknandi aðalfundi, nevnd og dagligari leiðslu.

Vitja SEV her